Ansi eftir glerpípunum runt býin

Var ein biltúr í Klaksvík í morgun og har vóru fleiri hús sum høvdu sera stórar glerpípur hangandi á takrenninum og sum vóru nær við at detta niður.
Onkrar glerpípur vóru eisini á húsum har fótgangara ganga og tískil mugi tit ansi tykkum, um tit ikki skulu fáa eina glerpípu niður á høvdið og fáa tit tað, so kunnu tit fáa stóran skaða.
Í vikuni var Landsverk í Tunnlinum Norður um Fjall og fingu tikið glerpípurnar niður, tí fólk har norðuri høvdu gjørt teir varhugan við tær og dottið tær niður á bilarnar, so kundi tað fingið álvarsligar skaðar á bilarnar og fólkini í bilinum, men hvør hevur ábyrgdina av glerpípunum í Klaksvík, eg veit ikki, men ansi tykkum.
SáH