Anru rokast á Bankanum, eru komnir inn við heili 64.000 pundum

Anru er komin aftur frá sera góðum og skjótum túri. Teir hava roynt við línu á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 63.960 pund, tað mesta var hýsa og longa, 48.000 pund hýsa, 11.340 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 27. august, sostatt bara verið úti í 3. dagar

Skipari er Gundur Sørensen.

Landa verður til Snarfrost í Miðvági og byrjaði teir at landa hann klokkan 7 í morgun.

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 27-08-2022 31-08-2022 31.980

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: