ANRU landaði 36.000 pund í morgun.

ANRU kom á Miðvág í morgun eftir at hava roynt vestanfyri í nakrar dagar.

Stórsti parturin av veiðuni er toskur og hýsa. 18.500 pund av toski, 15.500 pund av hýsu og restin onnur fiskasløg.
Veiðan hjá ANRU varð seld umvegis Fiskamarknaðin Føroya.

ANRU fer væntandi aftur til fiskiskap í kvøld.

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 04-12-2020 07-12-2020 9.440
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author