ANRU landaði 32.000 pund í morgun.

ANRU kom á Leirvík í morgun eftir at hava roynt norðanfyri í nakrar dagar.
Stórsti parturin av veiðuni er toskur og hýsa. 15.000 pund av toski, 16.000 pund av hýsu og restin onnur fiskasløg.
Veiðan hjá ANRU varð seld umvegis Fiskamarknaðin Føroya.
ANRU byrjaði túr tann 8. desember og skipari var Gundur Sørensen.
SáH
ANRU – ( KG 730 ) | LEIRVÍKAR HAVN | 08-12-2020 | 11-12-2020 | 6.887 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: