ANRU landaði 26.000 pund í morgun.


ANRU kom á Leirvík í morgun eftir at hava roynt ymsa staðni undir Føroyum í tríggjar dagar.
Av veiðuni vóru 10.300 pund av toski, 15.200 pund av hýsu og restin onnur fiskasløg.
Hýsan hjá ANRU varð seld beinleiðis til keypara og restin av fiskinum varð selt umvegis Fiskamarknaðin Føroya.
Frá ANRU frætta vit, at veðrið var vánaligt til fiskiskap stóran part av vikuskiftinum.
SáH
ANRU – ( KG 730 ) | LEIRVÍKAR HAVN | 15-01-2021 | 18-01-2021 | 5.246 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: