ANRU landaði 20.500 pund fríggjamorgunin

ANRU kom á Leirvík fríggjamorgunin klokkan 8 og landaði 20.500 pund, eftir at hava roynt norðanfyri í nakrar dagar.
ANRU fór til fiskiskap náttina í millum mánadag og týsdag, men mátti inn til Eiðis mikudagin at gera eina umvæling. “Tað var sum heild nokk so keðiligt fyri túrin, at vit mistu meginpartin av mikudegnum, ti tað gjørdi, at tíðin á fiskifeltinum gjørdist heldur stutt” sigur Gundur Sørensen skipari.
Fiskiskapurin er fyri tað mesta hýsa fyri tíðina.
ANRU hevði 14.000 pund av hýsu og 6.500 pund av toski.
ANRU fer væntandi aftur til fiskiskap sunnukvøldið.
SáH

Býráðsvalið 2020:

Please follow and like us: