Anru komin inn við 38.000 pundum

Myndina hava teir tikið umborð á Anru

Anru er komin aftur frá góðum túri. Teir hava roynt við línu á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 37.780 pund, tað mesta var hýsa og longa, 27.540 pund hýsa, 6.864 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir fingu eisini ein vakran kalva sum vigaði 284 pund.

Teir byrjaði túr tann 12. august.

Skipari á túrinum var Gundur A. Sørensen.

Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági.

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 12-08-2022 15-08-2022 18.890

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: