Anru komin inn við 36.000 pundum

Anru hevði bara roynt í hálvt annað samdøgur, tá teir mátti bróta túrin av, tí teir fingu trupuleikar við umstýringini og komu teir á Miðvág á miðdegi ídag.

Men túrurin royndist væl, teir fiskaðu hálvt annað samdøgur og fingu heili 36.468 pund, 30.260 pund hýsa,  longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Skipari er Gundur Axel Sørensen og hevur hann eisini tikið myndina.

Teir landa til Snarfrost mánadagin.

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 01-09-2022 05-09-2022 18.234

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author