ANRU hevur roynt norðanfyri í fýra dagar, og kom inn á Leirvík at landa í morgun.
Teir høvdu góð 40.000 pund, harav umleið 27.000 pund av hýsu, 12.000 pund av toski, og góð 1.000 pund av mix.
Skipari og manning lata stak væl at skipinum og eru glaðir fyri, at fyrsti túrurin hepnaðist væl.
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.