Anru hevur rokast á Føroya Banka, 63.000 pund

Anru er komin aftur frá sera góðum og skjótum túri. Teir hava roynt við línu á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 63.310 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 39.900 pund toskur, 19.100 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 13. august, sostatt bara verið úti í 4. dagar

Skipari er Gundur Sørensen.

Landa verður til Snarfrost í Miðvági og byrjaði teir at landa hann klokkan 8 í morgun.

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 13-08-2023 17-08-2023 31.655
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author