ANRU hevði 9.000 pund í gjár

Tað gongur bara heilt gott hjá ANRU og í gjár høvdu teir eisini ein góðan dag.

ANRU royndi norðanfyri Føroyar hósnáttina og væl royndist.

Teir settu 36 stampar og fingu 9.000 pund.

Meginparturin av veiðuni, 6.600 pund var toskur. Restin, 2.400 pund var í stóran mun hýsa.

ANRU hevur landað í Leirvík fyrr fríggjamorgunin og veiðan er seld til Fofish.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: