ANRU

ANRU fór seint til útróðrar í gjárskvøldið.

Teir hava roynt norðan fyri Føroyar, men av tí at veðurforsøgnin fyri fríggjadagin er vánalig, valdu teir at gera tvær lítlar setur á einum og sama túri, tílsamans vóru 48 stampar settir.

ANRU kom aftur sera seint á Hvannasund og var klokkan farin av 23:30 tá ið teir løgdu at kaj við 9.000 pundum av kruvdum fiski, sum er seldur til Fofish í Leirvík. Umleið 70% av veiðuni var toskur og restin hýsa.

Tríggir mans eru við ANRU

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author