ANRU hevði 8.500 pund í nátt

ANRU hevur roynt í Djúpinum í nátt og eru júst nú á veg til Lorvíkar.

Sum tað sær út, so eru teir einasti útróðrarbátur, sum hevur verið til útróðrar í nátt, møguliga onkur annar hevur verið, men teir hava verið sera fáir.

Teir settu 36 stampar og fingu 8.500 pund.

Umleið 6.800 pund av veiðuni var toskur, og restin, 1.700 pund var hýsa.

ANRU landar í Leirvík í morgun og veiðan er seld til Fofish.

SáH

Lýsing Balslev

Lýsing Balslev
Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.