ANRU hevur roynt norðanfyri í dag.

Teir vóru á djypri vatni 20- 25 fj norðanfyri.

Teir settu 36 stampar og fingu 8.500 pund, helvt um helt toskur og hýsa.

Manningin á ANRU sigur frá, at støddin í dag var sertakliga góð, Toskurin, sum í stóran mun var toskur 1 og toskur 2 (eittarar og tveyarar), var góður og feitur.

Harumframt tóku teir eisini eini 200 pund av rogni.

ANRU hevur landað í Hvannasundi í kvøld og veiðan er seld til Fofish.

Lýsing AXIA Advokatar

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author