ANRU hevði 7.500 í dag

Klokkan 16:24 Kom ANRU aftur av útróðrið í dag. Teir løgdu at við Fofish í Leirvík.
ANRU hevur roynt norðanfyri í nátt.
Teir settu 35 stampar og fingu 7.500 pund. Meginparturin av veiðuni, umleið 6.000 pund var toskur, og restin hýsa.
ANRU hevur avreitt í Leirvík fyrr í dag, og veiðan er seld til Fofish.
Tríggir mans vóru við ANRU.
Her nakrar myndir News.fo og Norðoya Portalurin tóku í dag, sjá niðanfyri og sjálvandi slapp sonurin hjá skiparnum við á myndina, nú hann tók ímóti pápa sínum.
SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: