ANRU hevði 7.000 pund í dag

ANRU hevur roynt eystanfyri í nátt.

Teir settu 40 stampar og fingu 7.000 pund.

Ein stórur partur av veiðuni, umleið 5.500 pund var toskur, restin, 1.500 pund, var í stóran mun hýsa.

Tveir mans vóru við ANRU hendan túrðin, og teir siga frá, at veðrið var stak vánaligt.

ANRU hevur landað í Hvannasundi klokkan 14 í dag og veiðan er seld til Fofish.

Vit ynskja skipara og manning eitt gott nýggjár.

SáH

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.