ANRU hevði 4500 pund í nátt

ANRU er byrja at rógva út aftur eftir ein steðg í eini 2-3 mánaðir, í meðan skiparin Gundur Sørensen hevur verið ein túr sum skipari við norska línuskipinum Veststeinen.
Harumframt hevur ANRU verið á beding, har ymiskt eftirlit og umvælingar eru framdar. Báturin er eisini dagførdur við nýggjari útgerð í stýrhúsinum.
Alt í alt er ANRU nú í nógv betri standi, enn tá vit keyptu bátin, sjálvt um báturin egentliga eisini var í ordiliga góðum standi tá, sigur Janus Rein, sum eigur bátin saman við Gunduri.
Nú er báturin so byrjaður upp á útróðrarvirksemið aftur.
Í nátt fingu teir 4500 pund norðanfyri. 2500 pund av hýsu og 2000 pund av toski.
ANRU hevur landað í Hvannasundi í morgun og veiðan er seld til Fofish.