Anru hevði 35.000 pund í dag


Anru kom aftur frá fiskiskapi tíðliga í morgun. Teir høvdu roynt við línu við Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 35.152 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 26.818 pund hýsa, 7.810 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Teir byrjaði túr tann 4. november.
Skipari er Gundur Axel Sørensen.
Landa bleiv til Kósina.
SáH
ANRU – ( KG 730 ) | KLAKSVÍKAR HAVN | 04-11-2022 | 10-11-2022 | 17.576 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: