ANRU fullur undir lúkurnar, heili 65.000 pund

ANRU er komin aftur av sera góðum túri. Teir hava roynt við línu á Føroya Banka.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 65.380 pund, tað mesta var hýsa og longa, 48.000 pund hýsa, 13.720 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Teir byrjaði túr tann 24. juni.
Skipari á ANRU er Gundur Sørensen.
Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági klokkan 06.00 í morgun.
SáH
ANRU – ( KG 730 ) | MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) | 24-06-2022 | 30-06-2022 | 32.690 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: