Anru er komin inn við 39.000 pundum

Anru er komin inn at landa av góðum túri. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 39.230 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 30.700 pund hýsa, 6.940 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Teir byrjaði túr tann 22. mars.
Skipari á Anru er Gundur Sørensen.
Landa bleiv til NFCS klokkan 7:00 í morgun.
SáH
ANRU – ( KG 730 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 22-03-2022 | 28-03-2022 | 19.615 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: