ANRU besta túr nakrantíð, fullur undir lúkurnar, 60.0000 pund

News.fo og Norðoya Portalurin skrivaði at ANRU hevði 53.000 pund í gjár smb. FMF, men nú frætta vit at ANRU hevði sín besta túr nakrantíð, teir vóru fullir undir lúkurnar og nakað væl afturat og høvdu góð 60.000 pund, tað mesta var hýsa.

ANRU hevur havt 60.000 – 61.000 í bátinum eini 4-5 ferðir fyrr, so hesuferð var ikki best av øllum í mun til vekt, men hesuferð gjørdist prísurin tó nakað betur enn tær ferðirnar, og kann tí sigast, at hetta er besti túrurin hjá ANRU.

Fantastiska gott klára.

Landa bleiv til Snarfrost, so kanska tí man ikki er so vakin.

Gott fiskarí tit umborð á ANRU.

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 01-05-2022 06-05-2022 26.360

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: