ANRU avreiddi 47.430 pund í dag, fullir upp undir lúkurnar

ANRU hevur verið til fiskiskap eystanfyri í nakrar dagar og síðani í ein dag vestanfyri.

Teir landaðu tilsamans 47.430 pund hjá Snarfrost í Miðvágu fyrr í dag. 20.500 pund var toskur, 26.430 pund hýsa og 500 pund onnur fiskasløg.
Hýsan varð seld beinleiðis til fiskakeypara og restin varð boðið út á Fiskamarknaðinum, sjá søluna herundir.

Skipið var fult upp undir lúkurnar og meira afturat.

Mitt í seinastu viku landaði ANRU 26.000 pund í Leirvík.

Skipari á ANRU er Gundur Sørensen.

ANRU fer væntandi til fiskiskap aftur í morgin.

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 07-01-2021 13-01-2021 9.765

 

Please follow and like us: