ANRU avreiddi 46.000 pund í dag, skipið var fult upp undir lúkurnar

Skiparin á ANRU við einum ordiligum toski.

ANRU hevur verið til fiskiskap vestanfyri í nakrar dagar.

Teir landaðu tilsamans 46.000 pund hjá Snarfrost í Miðvágu seinnapartin í dag.
26.700 pund var toskur, 18.800 pund hýsa og 500 pund onnur fiskasløg.

Hýsan varð seld beinleiðis til fiskakeypara og restin varð boðið út á Fiskamarknaðinum, sjá søluna herundir.

ANRU byrjaði túr tann 28. januar.

Skipari hendan túrin var Gundur Axel Sørensen.

Myndir Gundur Sørensen

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 28-01-2021 01-02-2021 13.535

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author