Anru á veg inn við 70.000 pundum

Anru hevur enn einaferð gjørt ein rimmar túr á Føroya Banka og hava teir fult skip, heili 70.000 pund og eru nú á veg inn at landa.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 68.420 pund, tað mesta hýsa og longa, 46.000 pund hýsa, 16.000 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 14. juli.

Skipari er Gundur Axel Sørensen.

Landa verður til Snarfrost í Miðvági klokkan 06:00 í morgin.

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 14-07-2022 21-07-2022 34.210
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: