ANRU á veg inn við 9.000 pundum

Tað frættist frá ANRU nakað eftir klokkan 17:00 í dag, at teir eru á veg inn á Hvannasund við 9.000 pundum.
Teir fóru til fiskiskap í nátt og hava roynt norðan fyri Føroyar. Teir settið 45 stampar og høvdu sum sagt 9.000 pund, meginparturin toskur.
Landa verður á Hvannasundi og síðani verður lastin førd til Sjógæti á Eiði til víðari viðgerðar.
ANRU ferð væntandi útaftur komandi nátt.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: