ANRU á veg inn við 6.000 pundum

ANRU sum hevur roynt eystanfyri í nátt, er á veg inn við 6.000 pundum.
Teir settu 24 stampar, so hetta gjørdist ein góður túrur.
Meginparturin av veiðuni, umleið 5.500 pund var toskur, restin 500 pund var hýsa.
Manningin sigur frá, at tey høvdu alt slag av veðrið í nátt, glaðustrok, mánalýsið, kavarok og stilli.
ANRU landar í Leirvík í morgun og veiðan verður seld til Fofish.
SáH
Myndir Gundur Sørensen, vit takka fyri myndirnar.
Lýsing Norðoya Sparikassi
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: