Anru á veg inn av góðum túri, 54.000 pund

Anru er á veg til Miðvágs, Teir hava roynt við línu á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 53.622 pund,  mesta var hýsa og longa, 30.346 pund hýsa, 18.422 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Við vóru 6 mans og skipari er Gundur Sørensen.

Landa verður til Snarfrost í morgun.

Teir byrjaði túr tann 28. juli.

Myndir hava teir umborð á Anru tikið, takk fyri.

SáH

ANRU – ( KG 730 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 28-07-2021 01-08-2021 26.811

Please follow and like us: