ANRU 5.500 pund leygarmorgunin, sama dag sum KÍ gjørdist Føroyarmeistarar

Sundamenn hava altíð verið nakrir harðir hálsar. Hóast keðiligt veður og ársins fótbóltsdyst valdu teir á ANRU, at fara ein stuttan útróðrartúr fríggjanáttina/leygarmorgunin, teir settu 30 stampar eystanfyri og fingu 5.500 pund. Umleið 65% var toskur og restin fyri tað mesta hýsa.

Veiðan er landað í Hvannasundi og seld til Fofish í Leirvík.

ANRU kom aftur klokkan 9 leygarmorgunin og so fekk manningin sær ein blund og aftaná gekk leiðin til Gundadal til stóra finaludystin ímillum B36-KÍ og væl gekk, KÍ GJØRIST FØROYAMEISTARAR 2019.

Gundur Sørensen skipari á ANRU, segði annas frá, at líkindini til útróðrar vóru sera keðilig, vindurin vaks tíðliga og serliga tá ið tað rak upp í ættina var sjaskut. Hinvegin var hann sera glaður fyri, at tað hóast alt eydnaðist teimum at fáa ein túr burtúr.

Ja, ein góður dagur hjá ANRU, bæði at fáa fisk og so at fáa steypið norður aftur til Norðoyggjar.

Koyr á KÍ.

SáH

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.