Annika S. Biskopstø ferð í farloyvið og Rógvi Jacobsen tekur hennara sess

 

Frá 1. februar ferð Annika S. Biskopstø í farloyvið, hon er sett til at eiga um góðar 2. vikur og væntandi tekur hon sessin aftur í Klaksvíkar Býráð í juni í ár.

Hetta var næsta punkt á skránni í kvøld og tað bleiv einmælt samtykt at Rógv Jacobsen skuldi røkja býráðsarbeiðið hjá henni til hon kemur aftur.

Býráðslimi berst frá at røkja býráðsarbeiðið í meira enn samfullar 14 dagar (Annika S. Biskopstø)

Annika S. Biskopstø, býráðslimur vald fyri Tjóðveldið, hevur boðað frá, at henni berst frá at røkja býráðsarbeiðið í nakrar mánaðir fram frá 1. februar at rokna. Næstvaldur á vallistanum er Rógvi Jacobsen.

Hetta skrivar Kommunustýrislógin:
• Kommunustýrislógin, § 18, stk. 2 og stk. 3:
Stk. 2. Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal viðkomandi boða borgarstjóranum frá, og borgarstjórin skal síðani geva tiltakslimi fundarboð.
Stk. 3. Kommunustýrið ger av, um treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi eru loknar.
• § 6 í Reglugerð fyri innkalling av varalimum í býráðið og føstu nevndir býráðsins, samtykt av býráðnum 22.03.2011, § 6:
Um býráðslimur fær forfall … í eitt tíðarskeið, sum er longri enn 2 mánaðar, tekur næsti persónur á viðkomandi vallista sæti bæði í býráðnum og sum limur/varalimur í teimum [býráðs]nevndum, har býráðslimurin, sum fer í farloyvi, er limur/varalimur.

Spennandi verður at fylgja Rógva Jacobsen, hvørja ávirkan hann kann gera í Klaksvíkar Býráð, hann er nevnliga sonur ein borgmeistara, Steimbjørn A. Jacobsen.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: