Annika Olsen loysir frá posabandinum

Annika sigur sína hjartans meining á Facebook í kvøld, hetta skrivar hon á hennara Facebook vanga:
Nú hava formaðurin i Fólkaflokkinum, 2 fyrrverandi landsstýrisfólk og løgtingsformaðurin ekskluderað meg úr tinginum.
Tey kunnu gott taka ein løgtingsstól frá mær og harvið mítt starv, men tey koma ongantið at taka mina rødd.
Tey kunnu gott seta meg i skammikrók og gera meg til syndabukk, men skommin er teirra fyri ikki at hava handlað, ti tey høvdu allar møguleikar, men ongan vilja at loysa málið um sammóðir.
Tey kunnu gott spilla meg út, karaktermyrða meg, persónsforfylgja mær og brenna meg á báli alment, men tey koma ongantið at taka fría tankan frá mær.
Tey kunnu stremba eftir at útihýsa fólkum úr okkara lóggávu, men eg komi so leingi eg livi at arbeiða fyri, at i lógini eru vit øll javnbjóðis sett.
Tey kunnu gott brúka diktatur og valdsmisnýtslu, tað riggar kanska eina løtu, men fólkaræðið kemur at sigra, altið!
Annika Olsen (Facebook 05-01-2021)
