Annika er fyrsti býráðslimur sum fer í barnsburðarfarloyvi


Annika S. Biskopstø, forkvinna í Heilsunevndini og Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, hevur boðað frá, at hon frá 1. februar er farin í barnsburðarfarloyvi.

Hetta er fyrstu ferð í býráðssøguni hjá Klaksvíkar kommunu, at ein býráðslimur fer í barnsburðarfarloyvi.

Annika S. Biskopstø sigur, at hon ikki var greið yvir, at hon nú skrivar ein nýggjan kapittul í býráðssøguni í kommununi.

– Eg haldi sjálvandi, at tað er ordiliga stuttligt, men tað setur eisini nakrar tankar í gongd viðvíkjandi kvinnuumboðanini og kanska eisini aldursbólkin, kvinnur í burðardyggum aldri.

– Eg kann bara svara fyri mítt viðkomandi, at eg haldi avgjørt, at tað hevur týdning, at eitt býráð er umboðað við báðum kynum, ymiskum aldursbólkum og ymiskum áhugamálum. Á hendan hátt fáa vit, sum býráð, umboðað borgararnar meira breitt, og tað haldi eg er ordiliga umráðandi.

– Eg havi hetta síðsta árið lært ómetaliga nógv og arbeitt við nógvum spennandi málum. Her vil eg serliga taka álitið um matarskipanina fram sum eitt mál, ið hevur verið spennandi, og sum bara kann mennast enn meira. Tí verður tað eisini spennandi at fylgja viðgerðini av álitinum.

– Eisini gleði eg meg at fylgja gongdini við útbyggingina av bókasavninum. Fleiri fermetrar vera at húsast í, har betur møguleiki verður fyri m.a. spæli, skapandi menning, djúphugsni og hugnaligum lesikrókum, sum serliga er ætlað smæstu borgarunum og familjum teirra.

Annika S. Biskopstø sigur, at hon sjálvsagt hevur nógv fleiri mál, sum hon ynskir framd í hesum valskeiðinum, men at hon eisini trygt letur uppgávuna víðari til næstvalda á tjóðveldislistanum, Rógva Jacobsen.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: