Annelisa Gaardlykke 100 ár

Rættur hátíðardámur hevur í dag verið á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, nú Annelisa Gaardlykke rundaði tey 100 árini. Dagurin varð hildin fyri innbodnum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, var eisini boðin, og helt í hesum sambandi føðingardagsrøðu fyri Annelisu. Í heilsanini segði landsstýriskvinnan m.a.

Tygum hava fingið eina serliga vøggugávu við einum løttum lyndi og hava skjótt til látur. Eisini eru gávurnar til at brúka hendur góðar og hava tygum latið óteljandi pløgg úr hondum bæði við binding og seyming, so sera kreativ, og tað heilt upp i ellisár. Eisini hava tygum altíð dámt kortspæl og enn tann dag í dag hugna tygum tær við at spæla sjavs við familju og vinum.
Vit endurgeva røðuna niðanfyri og ynskja Annulisu og hennara avvarðandi hjartaliga til lukku við stóra degnum.

Góða Annelisa

Hesin dagurin er ein sermerktur dagur fyri tygum og tygara kæru. Ein rættur hátíðardagur nú Annelisa rundar tey 100 árini. Tað er ikki nógvum unt! Og eg má siga, at tað er mær ein stórur heiður, og eg gleðist um at fáa høvi at heilsa tygum, og tygara avvarðandi, henda merkisdag. Stóra takk fyri tað.

Á Strondum funnu tey bæði Mia Johansen, ættað við Sjógv og Símun Thomsen úr Geilini saman, og sum hjún untust teimum at fáa seks børn. Hendan dagin, 11. august í 1921, gjørdust tey foreldur til næsta barnið, sum var hendan fitta smágentan Annelisa. Tá høvdu tey longu sett búgv í Saltangará, við húsi og gerði, sum legði lunnar undir teirra komandi familju. Og har vuksu tygum, Annelisa, upp, sum ein av seks systkjum í einum góðum og tryggum heimi. Enn eru tit 3 á lívi, saman við tygum, tveir teir yngstu beiggjarnir.

Og alla tíðina hava tygum búleikast í økinum í Saltangará. Her gingu tygum í skúla á Glyvrum og sum flestu gentur tá á døgum, fóru tygum fyrst út at tæna, har lærdómurin, til at halda hús og byggja eitt trygt heim við manni og børnum, varð lagdur. Og tygum møttu manninum, Karl Gaardlykke, ættaður úr Lamba og tit gjørdust góð. Í 1944 giftust tit bæði, Karl var skipari, og tit búsettust í Heiðunum. Eftir at hann bert 2 ára gamal hevði mist mammu sína, sum doyði frá 9 børnum, vaks hann upp hjá familju úti á Nesi. Karl misti tit fyri meira enn 30 árum síðani, í 1991.

Tit bæði fingu tykkara fýra børn; Honnu, Símun, Sonju og Dánial. Hesa tíðina, meðan børnini komu og vuksu til, vóru tygum heima og ansaði teimum og helt hús. Familjan hevur allar tíðir havt tygara stóra áhuga og tað hava tygum tikið í størsta álvara. Og nógv legðist afturat, 10 ommubørn, 22 langommubørn og 2 oldurommubørn. Tá børnini vóru komin væl og virðiliga undan, fóru tygum á Lynfrost at arbeiða og var verandi har til pensjónsaldur.

Tygum hava fingið eina serliga vøggugávu við einum løttum lyndi og hava skjótt til látur. Eisini eru gávurnar til at brúka hendur góðar og hava tygum latið óteljandi pløgg úr hondum bæði við binding og seyming, so sera kreativ, og tað heilt upp i ellisár. Eisini hava tygum altíð dámt kortspæl, og enn tann dag í dag hugna tygum tær við at spæla sjavs við familju og vinum.

Samfelagsviðurskifti hava altíð havt tín stóra áhuga, og tú hevur fylgt væl við á hesum øki. Eisini hevur tú altíð verið sera virkin og gingið nógv. Hetta hongur sjálvandi eisini saman við, at tú ikki hevur havt egnan bil, heilt vist ein fyrimunur í mun til at halda seg í gongd kropsliga. At tú so heldur ikki hevur, hvørki roykt ella drukkið, hevur aftur gagnað tær við góðari heilsu.

Heilt til tygum vóru 96 ára gomul megnaðu tygum at búgva einsamøll heima, tá skaðatilburður setti avmarkingar og tygum fluttu higar á Eysturoyar Røktar- og ellisheim í januar 2018. Og her hava tygum trivist sera væl, og tygum kenna tygum so væl heima her.

Og í dag halda vit hundrað ára føðingardag tygara, og eg fari at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Eg vil enda við at ynskja tygum, og tygara avvarðandi, hjartaliga tillukku við degnum og takk fyri!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

landsstýriskvinna í almannamálum

Please follow and like us: