Ann: – Vit mugu eisini vera kirkja fyri okkara ungu

Orð: Snorri Brend.

KIRKJUÁRIÐ 2022: – Um eg hyggi aftur á 2021, so kann eg bara staðfesta, at her er enn eitt ár farið, har eg fekk loyvi at uppliva, hvussu trúfastur ið Jesus er, og hvussu gott og trygt tað er at ferðast saman við honum, bæði tá tað gongur við og tá tað gongur ímóti.

Orðini eigur Ann Hermansdóttir, sum er prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Men samstundis, sum hon lítur aftur um egið bak, kann hon í sama viðfangi staðfesta, at tað eru nógv fólk sum stríðast – serliga tey ungu.

Henda veruleikan upplivir hon sjálv, tá hon er í samtalu við ungfólk. Hetta er heldur ikki tikið úr leysum lofti, tí ein rímiliga nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum millum føroyingar, vísir tað sama. Spurningurin er bara, hvat vit sum kirkja gera við henda veruleikan.

Ann er ikki í iva: – Vit hava verðins besta boðskap at bera, sum somuleiðis er galdandi fyri tey, ið hava ótta, tey sum eru einsamøll og tey sum eru plágað av korona. Vit mugu bara læra okkum at formidla hann víðari.

Týdningurin av hesum kom millum annað fram í eini nýggjárssending á rásini hjá Lindini, har verturin Jóhannes Miðskarð tosaði við umboð fyri tríggjar samkomur um korona og hvørja ávirkan, tað hevur havt og fer at hava á kirkjur og samkomur eisini í 2022.

Teir tríggir samkomuleiðararnir vóru Sámal Midjord frá Frelsunarherinum í Vági, Pauli Høj frá Kelduni í Skálafirði og Ann Hermansdóttir.

– Jesus hevur ongantíð lovað okkum, at vit skulu sleppa undan øllum tí trupla. Men tað góða er, at Hann hevur altso lovað at fylgjast við okkum í øllum okkara umstøðum. Eg havi sjálv upplivað at tað heldur, og tí ynski eg, at onnur skulu fáa lut í hesum sama, segði Ann millum annað í sendingini, sum varð send mánadagin 3. januar.

ÓTTI OG TUNGT SINNI
Eitt, ið kann tyngja fólk í øllum aldri, eru avleiðingarnar av hesi korona-tíðini, sum vit eru í. Vit vita, nær hon byrjaði, men vita ikki, nær hon endar. Henda óvissan rakar tey tilkomnu, men í sera stóran mun eisini tað unga fólkið.

– Tað ger nakað við okkum øll, at vit ikki vita, hvussu leingi alt hetta við korona, afturlatnum kirkjum og øðrum avmarkingum fer at vara. Hetta hongur líkasum yvir okkum øllum. Summi kunnu gerast bangin og óttafull, meðan onnur eru vorðin tung í huga orsakað av hesum.

– At tey ungu eisini líða undir hesum, prógvar ein kanning sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt. Har vísa tey millum annað á, at tey eldru klára seg munandi betur enn tey ungu, sum hinvegin hava tað trupult og mugu stríða seg gjøgnum hesa tíðina, greiðir Ann frá.

Og hon leggur álvarsom aftrat:
– Hesin veruleikin ger, at eg havi eitt ynski og eina bøn um, at vit, sum eru leiðarar í kirkjum og samkomum her á landi, á ein serligan hátt mugu leggja okkum eftir at taka okkum av teimum ungu.

EIN KIRKJA FYRI TEY UNGU
Sjálv hevur Ann havt ein hóp av samtalum við ungfólk, sum veruliga hava tað tungt og trupult, tí alt er so óvist hjá teimum: Hvussu verður nú við ætlaðu námsferðini hjá flokkinum? Hvussu verður við føðingardegnum, sum eg havi glett meg so nógv til? Nær fara ungdómsmøtini at byrja aftur? Og nær sleppi eg aftur á legu at vera saman við øllum hinum ungu?

– Alt er snøgt sagt sett á pausu, og hetta er bæði tungt og hart fyri tey. Avbjóðingin hjá okkum er at fáa tey at halda mótið uppi. Tað er ikki altíð so lætt, serliga nú ið ein hyggur eftir, hvussu høg korona-tølini eru.

– Mítt hægsta ynski er, at vit fara at fokusera meiri uppá, hvussu vit kunnu vera ein kirkja fyri okkara ungdóm. Vit mugu ikki vera bangin fyri at siga og vísa teimum á, at vit sum trúgvandi hava eina vón og ein frið, av teirri orsøk, at friðarhøvdingin býr í okkum.

– Vit skulu ikki seta okkara ljós undir nakra skeppu, tí vit hava avgjørt ein góðan boðskap at bera víðari til okkara ungu. Okkara boðskapur er stutt sagt hann, at eg og tey hava EIN, sum tey altíð kunnu venda sær til, og EIN, sum tekur sær av teimum, eisini í hesum, sigur Ann Hermansdóttir, sum á myndini er stødd til gudstænastu í Nólsoyar kirkju.

NEYÐUGT AT LURTA
Við eina ársbyrjan verður hugt aftur á gamla árið, og mett verður um, hvat kom burtur úr og hvat kundi verið øðrvísi. Og ætlanir verða somuleiðis lagdar fyri komandi árið.

Eitt av ynskjunum hjá Ann fyri 2022 er júst hetta, at vit sum kirkja læra okkum at møta teimum ungu, sum eru sálarliga illa fyri vegna korona, betri.

– Sjálv havi eg ikki nakað tiltak, sum vit her og nú kunnu fara undir í hesum, soleiðis at alt er leyst og liðugt eftir stuttari tíð. Men vit kunnu altíð møta teimum ungu og taka teirra tankar, teirra kenslur og teirra truplu umstøður fyri fult.

– Vit mugu ikki á nakran hátt tosa niður á tey, men lata tey greiða frá teirra avbjóðingum í gerandisdegnum. Soleiðis kunnu vit vera við til at møta teimum, har ið tey eru, sigur Ann.

Í sama andadrátti leggur hon álvarsom aftrat:

– Ja, vit siga so mangan, at vit mugu møta teimum, har sum tey eru, men tá eg hugsi meg um, so kemur altíð spurningurin til mín: Hvussu ofta geri eg tað sjálv? Helst alt ov sjáldan.

– Vit vilja so fegin, at tey skulu koma til okkum, og at tey skulu blíva soleiðis sum vit eru. Men, – høvdu vit dugað at verið eitt sindur meiri lurtandi, heldur enn hetta allatíðina at skula koma við góðum ráðum. Eg haldi sjálv, at vit eru alt ov loysn-orienterað mótvegis teimum.

– Hvat við at vit bara síggja, at loysnin er ofta bara tað, at vit eru opin fyri tí, sum tey koma við. At vit lurta og lurta eftir tí, sum fyllir so nógv í lívinum hjá tí unga, leggur Ann dent á.

Hon sigur víðari, at vit eiga heldur ikki at vera bangin fyri at spyrja tey, um vit kunnu biðja til Gud fyri teimum. Vit treingja okkum ikki uppá í slíkum førum, tí tað eru tey, sum siga frá, um tey ynskja forbøn ella ikki.

– Um tey ynskja tað, so greiði eg teimum altíð frá, at tað eru hvørki eg ella tey, sum gera nakað, men tá ein biður, so er tað Gud sum virkar. Soleiðis kunnu vit vera við til at vísa teimum á tað besta, sum vit eiga og at peika teimum á Jesus.

VIÐ JESU FØTUR
Eitt er, hvat korona-tíðin ger við tey ungu í dag. Men bara tað, at vera ein ungur í 2022, er heldur ikki bara sum at siga tað.

– Eg hoyri tey siga við meg, at tað eru so nógv krøv, sum verða sett til tey og nógv statussymbol, har tey bara mugu fylgja við, tí tey allatíðina skulu meta seg við onnur.

– Ja, hetta er eitt ómenniskjansligt trýst, ið vit, sum eru komin nakað upp í árini, kanska hava so ilt við at skilja. Men hetta er altso teirra gerandisdagur, sum uttan iva ger sítt til, at tey føla seg einsamøll og uttanfyri felagsskapin.

– Tá hevur tað sín avgjørda týdning, at vit eisini vísa teimum á, at tey ikki eru einsamøll, men at mong onnur eru í somu støðu sum tey, sigur Ann.

Eitt hugskot kundi verið, at ein skipaði bólkar ella hevði evnisdagar, har ein tosaði við tey um tað at vera einsamallur í einum flokki, og hvussu ein kann koma víðari í sínum lívi.

– Eg eri sannførd um, at skal nakað broytast, so mugu míni egnu viðurskifti við mín frelsara broytast fyrst og fremst. Eg má skipa mær dagin soleiðis, at eg brúki meiri tíð við Jesu føtur, so eg síggi, hvat mítt fokus eigur at vera.

– Har kann eg fáa styrki at fara út at møta øðrum fólkum. Og haðani kann eg fáa vísdóm og kraft at vera har fyri tey, sigur Ann Hermansdóttir at enda.

Fólkakirkjan