Andstøđan í Klaksvík talar at

Tey trý í minnulutanum, Tummas Lervig, Signhild V. Johannesen og Jógvan Skorheim, mynd tikin hóskvøldið tann 29.04.2021

Tað er órógvandi og elvir til split og mistreysti, tá ið borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu herfyri legði fram ósannindi fyri almenninginum. Fyrst í grein í Dimmalætting og síðani í tíðindasending í Degi og Viku. Borgarstjórin hevur ført fram, at undirskrivaðir sáttmálar fyri í alt 100 mió. kr. liggja niðurfyri, uttan nakra játtan. Harafturat upplýsti borgarstjórin eisini í Degi og Viku, at meirilutin bert hevði fingið okkurt smáting raðfest inn ímillum.

Á fíggjarnevndarfundinum týsdagin 27. apríl var millum annað mál um lántøku á skránni. Einasta upplýsing í málinum var, at neyðugt var at læna 70 mió. kr., uttan at nøkur upplýsing var um, hvat peningurin skuldi brúkast til. Hetta er undir alt lágmark.

Tá ið so minnilutin spurdi um innilit í listan av íløgum, kom borgarstjórin sníkjandi við einum skjali, ið síðani varð lagt fyri nevndina.

Samanumtikið kunnu vit eftirfylgjandi staðfesta, at núverandi meirilutin í býráðnum hevur gjørt nýggjar sáttmálar fyri í alt góðar 30 mió. kr. bara síðani januar í ár. Samanlagt hevur meirilutin valt at raðfesta eykajáttanir á umleið 30 mió. higartil í ár.

Tí átala vit framferðina hjá meirilutanum og borgarstjóranum, ið við ósketni ella við vilja hava valt at upplýsa miðlunum á skeivum grundarlagi.

Klaksvíkar kommuna hevur ríkar møguleikar, og fyri hvønn dag gerst kommunan meiri spennandi og innbjóðandi hjá okkum, ið búgva her, og øllum teimum ferðandi.

Sum minniluti vilja vit rætta hondina út, so gott samstarv kann fáast í býráðnum, og vit vilja vera við at birta eina vón fyri eini spennandi framtíð okkum øllum at frama.

Jógvan Skorheim
Signhild V. Johannesen
Tummas J. Lervig

Please follow and like us: