Anders S. Holvad gevst í KÍ

KÍ og Anders S. Holvad hava gjørt av, at enda samstarvið. Anders verður tískil ikki partur av hópinum í ár, hóast sáttmálaskeiði átti at hildið áfram til komandi kappingarár.
Anders kom til KÍ á sumri í fjør, og leikti 20 dystir fyri okkum og skoraði eitt mál. Anders og KÍ eru komnir ásamt um, at ikki halda áfram við samstarvinum til komandi kappingarár – og ynskja vit Anders góða eydnu víðari, og takka fyri tíðina í KÍ.
KÍ Klaksvíkar Ítróttarfelag
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: