Andatir úr Christianskirkjuna, hoyr hana her

Meðan kirkjan eins og restin av samfelagnum er í undantaksstøðu, ætla sóknarprestarnir í Norðoya vestara prestagjaldi at leggja eina andakt út kl. 11 hvønn sunnumorgun. Einans prestur er til staðar, og tikið verður upp í Christianskirkjuni. Ætlanin er, at prestarnir skifta um aðruhvørja ferð, og sent verður á youtube-kanalini hjá Christianskirkjuni og á facebook-veggi kirkjunnar.

Andaktin tekur støði í prædikutekstinum til avvarðandi sunnudag, og umframt eina stutta talu verður bøn og signing, og endað verður við einum sálmi, sum er tikin upp í Christianskirkjuni áður.

Gjørt verður eisini vart við, at hóast allar vanligar gudstænastur eru avlýstar, eru prestarnir til taks, eitt nú til samtalur og annað. Dópur, vígsla og jarðarferð fara eisini fram eftir tørvi, undir serliga skipaðum viðurskiftum. Hoyr andaktina herundir.

Christianskirkjan

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author