Andakt til 2. sunnudag eftir páskir við Øssur Kjølbro

Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg gevi teimum ævigt lív!” Jóhannes evangeliið 10,22-30. Sálmur nr. 154.

Tann krossfesti og upprisni frelsarin er okkara hirði, sum fegin vil røkta, verja og leiða okkum, heilt á mál. Og tað hava vit brúk fyri, tí seyður er gáloysin og kemur sær ofta í vanda. Men seyður kennir røddina á hirða sínum og veit av royndum, hvør veruliga er góður við seg. Dagsins tekstur er partvís ein áminning um, at tað er umráðandi at hoyra hirðans reyst og fylgja hansara vilja, og partvís eitt sterkt lyfti um, at hin góði hirðin veruliga leiðir seyð sín allan vegin á mál!

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.