Andakt 1. sunnudagur eftir páskir

1. sunnudagur eftir páskir: Heilaga evangeliið: Jóh. 21,15-19. Sálmur 488. Frásøgnin vit hoyra um í dag, er ein áhugaverd hending millum hin upprisna Jesus og lærusveinin Pætur. Tí samrøðan sigur nakað um hitt einkulta menniskja við teimum mongu niðurløgunum, vit menniskju ferð eftir ferð mugu ásanna og líða undir. Samrøðan sigur eisini nakað um at trúgva á hin upprisna Jesus og at liva lív sítt í felagsskapi við Gudi og medmenniskjum. Í dag ljóða orðini til okkara: “Ver hirði hjá seyði mínum! og “fylg mær!” Eisini við ósigri og sviki í viðførinum – eins og Pætur – eiga vit fara til verka og boða frá frelsuverki hins alvalda! – eins og vit syngja í sálmi 488, vers 5: “So undurfull, so dýrabar hans miskunn til mín røkk, og sum hon aldri enda fær, ei enda skal mín tøkk!” Amen

Marjun Lómaklett

Christianskirkjan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author