Andaðist við koronu

Ein sjúklingur við koronu andaðist á Landssjúkrahúsinum í gjár, týsdagin 5. januar. Hetta er fyrsta andlát við koronu, sum er skrásett í Føroyum.
Talan er um 68 ára gamlan mann, sum fyrst í desember varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum við aðrari álvarsligari sjúku enn koronu. Hann varð fluttur á koronudeildina stutt fyri jól.
Heilsumálaráðið
Her eru hagtølini fyri økini í landinum og her sæst, at í løtunin er bert ein smittaður í Norðoyggjum og tað er sera gott og vónandi halda vit góðu gongdina. Tann 6. januar vóru 61 smittaði í Føroyum og tíðanverri er nú ein deyður av Koronu og sum eisini hevði eina aðra álvarsliga sjúku, hetta hendi seinasta samdøgrinum. Vit kondolera.
SáH