AMNESTY, FOSTURTØKA OG MANNARÆTTINDI

Umboð fyri Amnesty vóru í KvF 3. okt., har tey bóru fram, at vit í Føroyum hava eina fosturtøkulóggávu, sum er í stríð við altjóða mannarættindi.

Simone Nørholm Jacobsen frá Amnesty DK segði, at tey, júst sum tey gera ímóti Iran og Afghanistan, savna undirskriftir fyri at leggja trýst á Føroyar, tí vit hava eina fosturtøkulóggávu, sum gongur ímóti altjóða mannarættindum!

Turið Maria Jóhansdóttir frá Amnesty Føroyum tók undir við hesum og segði, at hetta er eitt altjóða mannarættindamál, sum er staðfest í altjóða mannarættindalóg!

Men hetta passar ikki! Okkara lóg er ikki í stríð við altjóða mannarættindi.

Veruleikin er, at rætturin til fosturtøku er ikki staðfestur í nøkrum sáttmála um mannarættindi. Og tað er einki grundarlag fyri at siga, at altjóða mannarættindi stuðla fríari fosturtøku.

Eingin tekstur í nøkrum mannarættindaskjølum og eingi rættarpraksis siga hetta.

Harafturímóti er rætturin til lívið vardur í mongum mannarættindasáttmálum, t.d. europeiska mannarættindasáttmálanum og altjóða mannarættindasáttmálanum frá 1966.

Eg veit væl, at aktivistar í nevndum í ST royna at tulka mannarættindasáttmálan av nýggjum fyri at leggja trýst á og av øllum alvi royna at gera fosturtøku til eini mannarættindi í ST.

Men tað er bara ST-aðalfundurin, sum kann broyta sáttmálan, og tað er ein veruleiki, at umleið 75% av øllum heimsins londum viðurkenna ikki fría fosturtøku.

Og barnakonventiónin hevur ein tekst í formælinum, sum als ikki stuðlar fosturtøku, tvørturímóti. Har verður sagt (í danskari útgávu): …”barnet har som følge af sin fysiske og psykiske umodenhed behov for særlig beskyttelse og omsorg, herunder passende juridisk beskyttelse, både før og efter fødslen”.
Barnið hevur rætt til verju, eisini áðrenn tað kemur í verðina!

Eg vil bara siga, at tað er óhugnaligt, at Amnesty Føroyar skal biðja útlendingar leggja trýst á Føroyar, sítt egna heimland – og at tey enntá brúka mannarættindi sum argument!

Heldur áttu tey at gleðst um støðuna í Føroyum, her fosturtøkutalið er nógv lægri enn í hinum norðurlondunum, og her kvinnurnar framvegis eru nógv raskastar at fáa børn!

Jógvan á Lakjuni

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: