AMBS 2019: Ægir gull, Ægir Silvur og Ægir bronsu

Er tað ikki herligt, Ægir vann bæði gull, silvur og bronsu í 200 metur firvald í aldursbólkinum 2004-2005.

Rebekka Trygvadóttir hevði tíðina 2:29.09 og sum eisini er persónligt met. Malan Jóhansdótti hevðri 2:32.96 og hennara besta tíð er 2:30.01 og Jonna Joensen 2:46.06 og tað var eisini persónligt met og tað var eisini ein góð tíð,  tí Jonna er eitt ár yngri enn Rebekka og Malan. Sostatt vann Ægir øll heiðurmerkini í 200 metur firvarl í bólkinum 2004-2005.

Í bólkinum 2008-2099 vann Durita M. Askham við tíðini 3:31.66 og tað var persónligt met, hennara besta tíð áðrenn var 3:33.93 og í bólkinum 2006-2007 vann Sofía Toftegaard gull við tíðini 2:55.45.

Spennandi at fylgja hesum gentum í framtíðini.

Stórt tilllukku allar samlar.

Mynd: Anna Mohr

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author