Alvi Hjelm sera væl svimjandi á EM 2018 í Glasgow

Alvi Hjelm svam enn einaferð eina sera góða tíð á EM 2018 í Glasgow, hesaferð var tað í 200 metur blandað og enn einaferð setti hann persónligt met.
Hetta er eisini fyrsti ferð at hann kemur undir 2:08.00. Hann kom inn við tíðini 2:07.88 og slóð hann sítt persónliga met frá Danish Open, sum hann svam tann 14. apríl í 2016.
Føroyska metið eigur Magnus Jákupsson og tað er 2:06.92, sum hann svam tann 13. juli í 2012, so tað er nakað gamalt nú.
Gott svomi Alvi Hjelm.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: