Hetta vikuskiftið er NM/NJM 2018 í Oulu í Finlandi. Fleiri svimjarar frá Føroyum luttaka og fyri løtu síðani svam Alvi Hjelm 200 metur blandað innleiðandi og kom hann inn sum nummar fýra, bert 0.06 sekund aftanfyri tann sum bleiv nummar trý, tíðin hjá Alva Hjelm var 2:04.03 og tann sum bleiv nummar trý var Povilas Strazda frá Lithuania, sum akkurát tók Alvi í endaspurtinum og hansara tíð gjørdist 2:03.96. Tilmeldingartíðin hjá Alva var 2:02.86.

Alvi Hjelm hevur svomið seg sikkurt í finaluna, sum verður seinnapartin og svimur hann til sítt allerbesta, so er ikki óhugsandi, at hann fær okkurt heiðurstekin.

Koyr á Føroyar

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: