Var á støð, tá ið Stakkavík kom aftur í dag. Andru Poulsen hevði fingið vitjan av einum øðrum raskum skipara og á kajuni vóru tríggir við navninum Símun, Ein við Stakkavík, Ein við einari hvítari troyggju og ein við einum toski.

Gott lat á monnum. Stakkavík hevði hvat ein góðan túr og var slagi gott. Teir mettu veiðuna til góð 9.000 pund.

Petur Juel, Símun og Andru gjørdi klárt at fara avstað aftur við Stakkavík, tóku ís umborð og væntandi teir, at teir fóru til útróðrar aftur seinni í kvøld.

Her nakrar myndir frá í dag.

SáH

Lýsing The Kitchen

The Kitchen
Thai streetfood í Klaksvík

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: