Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Als økir umsitingina, hóast arbeiðsloysið er metlágt

ALS ØKIR UMSITINGINA, HÓAST ARBEIÐLOYSIÐ ER METLÁGT😳

Arbeiðsloysið er met lágt í løtuni. Sambært Hagstovuni var arbeiðsloysið í januar 2019 1,1%. Hetta er søguliga lágt. Tí undrar tað , at lønarútreiðslurnar sambært seinastu ársfrágreiðingini hjá ALS eru vaksnari við góðari hálvari mió. kr.

Í dag sita 35 starvsfólk, ið umsita 269 arbeiðsleys. Við øðrum orðum: hvørt starvsfólk umsitur gott og væl 8 arbeiðsleys! Tað, ið ger støðuna so undrunarsama er, at lønarútreiðslunar eru nærum trýfaldaðar, hóast arbeiðsloysið er lækkað úr 7% í 2011 til 1,1 % í 2019. Raksturin hjá ALS er farin úr 6 mió kr. í 2008 til nærum 15,4 mió kr. í 2017. Sostatt eru lønarútreiðslurnar vaksnar við meira enn 9 mió. kr. uppá fá ár. Arbeiðstakarin skal sambært lóg gjalda 1,25% av lønini inn í arbeiðsloysisskipanina.

Í løtuni tykist tað, sum hart vunnu pengarnir fara í umsiting, heldur enn til arbeiðstakaran. Tí hevði tað verið uppá sítt pláss, um landsstýrimaðurin saman við ALS stýrinum hugdi at inngjaldinum og vaksandi lønarútreiðslunum, so at skipanin kemur Palleba og Marsjannu til góðar.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.