Almennar nevndir og ráð kostar Fólksins ogn omanfyri 15. milliónir um árið

Áheitan til samráðingar toymið, nú samgongan næstan er komin uppundir land. Farið og hyggið eftir øllum almennum nevndum og ráðum og gerið eina reglugerð fyri, hvør kann sita í nevndunum og at man ikki kann sita og trekkja løn í fleiri nevndum og samstundis fáa omanfyri 40.000,00 kr. í almennari løn um mánaðin. Her eigur at ruddast upp beinanvegin, tað kostar skattaborgarnum omanfyri 15. milliónir um árið, so her er hópin av pengum at sparast.

Her kunnu tit fáa upplýsingar um almennar nevndir og ráð, sjá niðanfyri.

Almennar nevndir og ráð
Løgmansskrivstovan hevur savnað nógvar upplýsingar um nevndir og ráð, sum landsstýrið á ein hvønn hátt varðar av.

Fyri at síggja yvirlitið trýst her

Nakrar niðurstøður og lyklatøl
– 151 nevndir og ráð eru sambært dátugrunninum hjá Løgmansskrivstovuni (kirkjuráðini eru ikki tald við)
– 749 nevndarsessir eru sambært dátugrunninum (kirkjuráðini eru ikki tald við)
– Samsýningarnar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn í øðrum nevndum
– Mentamálaráðið er ráðið, ið varðar av flestum nevndarsessum (185), men MMR liggur á 5. plássi, tá talan er um fastar samsýningar.
– Árligu føstu samsýningarnar eru 12 mió kr. (2019)
– Í 2013 vóru 2,8 mió. kr goldnar út í fundarsamsýningum/fundarpengum (gjøgnum skipanina hjá Gjaldstovuni)
– Nógv fleiri menn enn kvinnur sita í nevndarsessunum
– Fleiri kærunevndir eru, sum ikki eru knýttar til Føroya Kærustovn.

Talvur kunnu síggjast her. (Tøl og upplýsingar frá 2013)

Kelda: Løgmansskrivstovan

Símun á Høvdanum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: