Allir útróðrarbátarnir úti í nátt og Svartbakur er á veg

Í sera góða veðrinum í nátt og í morgun eru allir útróðrarbátarnir í Klaksvík til fiskiskap, teir fiska allir norðan fyri Føroyar.
Svartbakur fór stillisliga út eftir vágni nú kl. 05:10 og Núpur, sum hevur rokfiska norðanfyri og hevur umleið 160.000 pund á 8 setum, er á veg inn og sigla júst nú klokkan er nakað yvir 05:00 forbí Kallin, norðanfyri Trøllanes.
Her nakrar myndir og filmsklipp av Svartbakur og ein sjálvsom mynd frá MarineTraffic, har allir okkara Útróðrarflotið er á veg til fiskiskap, sjá herundir.
SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: