Allar kanningar frá 11. og 12. august liðugt greinaðar

Týsdagin 11. august vórðu 2454 kanningar framdar. Millum hesar vórðu 14 tilburðir staðfestir. Mikudagin 12. august vórðu 2599 kanningar gjørdar, og í alt vórðu 12 tilburðir staðfestir.

2162 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tríggir tilburðir eru staðfestir millum tær 1094 kanningarnar, sum eru greinaðar. Enn mangla 1068 kanningar at verða greinaðar. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit fyri kanningardagin eru tøk.

Yvirlit av kanningunum seinastu dagarnar, sjá herundir.

Tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd.

Fyri fleiri hagtøl, trýst her.

Heilsamálaráðið

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author