Allar kanningar frá 10. august liðugt greinaðar

Endaliga kanningarúrsltið fyri 10. august er nú tøkt. Millum tær 3542 kanningar, sum vórðu gjørdar mánadagin, eru nú heili 13 tilburðir staðfestir.

Talið av staðfestum tilburðum er bara voksið seinastu dagarnar, og tað eisini sæst í yvirlitinum niðanfyri.

Hóast fleiri enn 1000 royndir, sum vórðu gjørdar í gjár, ikki eru greinaðar enn, hevur Landslæknin longu staðfest 3 tilburðir. Endaliga kanningarúrslitið fyri í gjár, týsdagin 11. august, verður tøkt skjótast gjørligt. Heitt verður tí á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author