Allar deildirnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fingu hvør sína kurv

Nógv hjálpa í hesum døgum og í gjár fekk Klaksvíkar Sjúkrahús fleiri kurvar frá samkomuni Kelduni, har tey takkaði fyri teirra framúrskarandi arbeiðið, sum Klaksvíkar Sjúkrahús gerð. Hetta skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús á teirra Facebook vanga:

Í gjár fingu allar deildir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hvør sína kurv, við sunnum og søtum í. Vit eru so glað og takksom fyri hesa heilsu og uppmuntran 🥰🥰🥰

Kelda: Klaksvíkar Sjúkrahús

SáH

Á Kortinum stóð:

Takk fyri tað framúrskarandi arbeiði sum tit gera fyri okkara land og fólk í hesum døgum.

Vit virðismeta tykkum og tað sum tit gera sera høgt. Tit eru hvønn dag við í okkara bønum.

Hetta er bert ein lítil tøkk og uppmuntran til tykkum.

Guds signing

Samkoman Keldan

Please follow and like us: